Krzystof fer til VB

-

 

Seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at venjarin hjá VB, Krzystof Popczynzki, er á veg til Gøtu, har hann skal spæla fótbólt komandi árið.

Vit hava áður roynt at fingið hesi tíðindi váttað, men hetta hevur tíverri ikki eydnast okkum, og sum tað sæst aðra staðni í blaðnum, so vórðu tíðindini avsannað so seint sum sunnukvøldið.

Beint áðrenn døgurða fingu vit tó tíðindini váttað av formanninum í GÍ. Svenn Olsen sigur, at sáttmáli nú er skrivaður við Krzystof Popczynzk. Orsøkin til, at teir ikki hava vilja váttað tíðindini áður er, at allir partar í málinum ikki vóru kunnaðir, men formaðurin sigur nú, at alt hetta er komið í rættlag.

Talan verður tó ikki um, at Krzystof skal venja gøtumenn, soleiðis sum hann hevur gjørt tað í Vági. Johan Nielsen, sum burtur sæð frá einum lítlum millumspælið miðskeiðis í nítiárunum hevur vant GÍ síðani 1989, hevur longt sáttmálan við GÍ, og ætlandi verður hann framvegis venjari í Gøtu tey bæði komandi árini.