Krúnprinsahjúnini boðin til EM dyst: Kritikkurin er púra burturvið

Miðlasamskipari hjá danska kongshúsinum, Lene Balleby, verjir avgerðina um at senda krúnpinsahjúnini til EM semifinaluna.

Krúnprinsahjúnini boðin til EM dyst: Kritikkurin er burturvið

 

 

 

Danski krúnprinsurin og danska krúnprinsessan eru boðin til EM semifinaluna á Wembley í kvøld. Undan dystinum hevur verið nógv prátað um, at danir ikki hava møguleika at sleppa til dystin. Hetta er orsakað av coronaavmarkingunum, ið eru galdandi í Onglandi. Tað vísir seg tó, at serreglur eru galdandi fyri tey kongaligu viðvíkjandi innferð til Onglands. Hetta hevur fingið fólk at øsa seg, og hevur nógvur kritikkur verið av kongsvaldinum og teirri serstøðu. Miðlasamskipari hjá danska kongshúsinum, Lene Balleby, verjir avgerðina um at senda krúnpinsahjúnini til EM semifinaluna. Hon vísir á, at tað er heilt natúrligt, at kongaliga familjan umboðar Danmark. Hon tekur til, at hetta er partur av starvi teirra.

 

 

 

Hóast hetta, metir Balleby tað vera harmiligt fyri danir, at avmarkingarnar fáa slíka ávirkan. Hon vísir á, at kritikkur móti kongaligu familjuni einans er rættvísur, tá ið tey taka skeivar avgerðir. Eitt dømi er hendingin í 2015, tá ið Stórabeltsbrúgvin stongdi vegna illveður. Krúnprinsurin valdi at síggja burt frá almennu viðmælunum, og valdi at koyra tvørturum. Hetta var ein sak, ið elvdi til øgiliga øsing millum danska fólki. Krúnprinsurin umskyldaði eftir hendingina.

 

 

 

Lene Balleby vísir eisini á, at kongshúsið verður nýtt til serstøk endamál eins og hendingar– og dysturin í kvøld er júst hetta. Hon ynskir at enda øllum ein góðan dyst.