Blaðstjórin, Uni Næs, skrivar í oddagreinini um stevnur og stevnumið. Í blaðnum er eisini prát við Palla Mortensen, skótaovasta hjá KFUM-skótunum í Føroyum. Frásøgn er eisini frá landspatruljukappingini hjá KFUM-skótunum, har patruljan, Álkan úr Havn vann øksina til ognar. Í blaðnum er annars onkur andakt og felagstíðindi frá KFUM og KFUK.