Kristiliga Ungmannablaðið, Krung, er aftur at fáa í sølubúðunum. Hetta er á øðrum sinni í ár, at blaðið verður útgivið. Í blaðnum er millum annað møguleiki fyri at lesa um LPK 2004, skótahjálpina og Ælabogan á konsertferð. Tað er KFUM, sum gevur Krung út, og blaðið kostar 20 krónur í sølubúðunum.










