Kroystir bankar hækka ómaksgjøldini

Bankarnir royna í hesum tíðum allar hugsandi vegir fyri at forvinna meiri pengar. Umframt at hækka rentuna á útlánum hækka teir nú eisini avgjøldini. Tað sigur Morten Westergaard hjá Mybanker við danska kringvarpið.

-Kanska er tað vorðið dýrari at rinda eitt girokort inni í einum banka. Tað kann eisini vera vorðið dýrari at veksla pengar ella at fáa eitt gjaldskort, sigur hann.

Morten Westergaard sigur, at í seinastuni hava nógvir danskir peningastovnar hækkað ómaksgjøld, og summir hava valt at krevja nýggj ómaksgjøld. Hann sigur, at bankarnir hava mist nógvan pening ta seinastu tíðina, og teir vænta eftir øllum at døma at missa meiri enn. Tí brynja teir seg nú, sigur Morten Westergarrd.