Víkingur hevur í dag styrkt sær um hópin til komandi kappingarár.
Víkingur hevur skrivað sáttmála við Jón Krosslá Poulsen, sum kemur frá FC Suðuroy. Hann skal avloysa Finn Justinussen, sum er fluttur niður í lestrarørindum.
Hetta váttar Jón Krosslá Poulsen sjálvur fyri in.fo í kvøld.
- Eg havi gjørt ein sáttmála við Víking sum er galdandi fyri kappingarárið 2016. Og eg eri sera spentur uppá at royna meg í Víkingi.
Jón Krosslá Poulsen skeyt í ár 11 mál í Effo-deildini fyri FC Suðuroy. Kappingarárið í 2011 spældi Jón Krosslá Poulsen við HB, har hann skoraði 6 mál í 25 dystum. Hann hevur annars bert leikt fyri barndómsfelagið, FC Suðuroy.