Krosslá brøðurnir eru søguligir málskjúttar

(Frá Rás2) Hoyr søguliga málskjúttan hjá Suðringum í effodeildini, Jón Krosslá Poulsen greiða frá

Suðringar kunnu stórfegnast um kappingarbyrjanina. Ígjár vann næstbesta liðið hjá Suðringum 5-0 á ÍF, og í dag vann effoliðið 2-1 á ÍF. Suðringar tóku lógvatak uttanfyri vøllin, og heppaðu sínum monnum til sigurs.

 

Brøðurnir Ári og Jón Krosslá Poulsen eru søguligir. Í 1. deildardystinum ígjár skoraði Ári fyrsta málið fyri Suðringar í næstbestu deildini, og í dag skoraði Jón fyrsta málið fyri Suðringar í effodeildini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jón Krosslá Poulsen greiða frá søguliga málinum, søguliga dystinum, og stóra uppbakninginum, sum hann upplivdi í dag saman við sínum liðfeløgum, tá Suðringar vunnu 2-1 á ÍF.

 

Tað var ein góð kensla fyri Jón at síggja suðringar úr allari oynni stórfegnast, tá hann skoraði til 1-0, og tað er nakað hann gjarna venur seg við. Jón Krosslá Poulsen staðfestir, at samanhaldið í hópinum er gott, og teir fara til Sørvágs við góðum treysti at takast við 07 Vestur í komandi umfari.