Kronberg heldur fram í Klaksvík

Nú er tað greitt, at Claes Philip Kronberg eisini fer at spæla við KÍ í 2022

KÍ og Claes Philip Kronberg hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at danski miðvallarin eisini í 2022 fer at umboða KÍ. Á myndini síggjast Mikkjal Thoamssen, venjari, og Claes Philip Kronberg. Mynd: ki.fo

Í Klaksvík leggja teir í kvøld síðstu fyrireikingarnar at spæla í Europa.

 

Snimma í morgin fer ferðalagið úr Klaksvík og vestur í Vágar. Flogfarið við KÍ hópinum lættir úr Vágum klokkan 9. KÍ fer við leiguflogfarið til Riga í Lettlandi.

 

Dysturin í Conference League ímóti RFS verður í Riga hósdagin klokkan 17.00.

 

Meðan fokus er á stóru avbjóðingini í Lettlandi og síðani á heimadystinum í Klaksvík eina viku seinni, so verður eisini hugsað um framtíðina.

 

Í kvøld boðar KÍ frá á nýggju heimasíðuni, ki.fo, at sáttmáli er undirskrivaður við Claes Philip Kronberg, sum ber við sær, at 34 ára gamli danski miðvallarin eisini í 2022 fer at spæla við KÍ.

 

Higartil í ár hevur Claes Philip Kronberg verið við í 13 dystum, hann hevur skorað trý mál og er skrásettur fyri seks upplegg. Avrikini hava verið so mikið sannførandi fleiri tær seinastu ferðirnar, at hann hevur vunnið sær fast pláss á liðnum.

 

KÍ og Claes Philip Kronberg hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at danski miðvallarin eisini í 2022 fer at umboða KÍ. Á myndini síggjast Mikkjal Thoamssen, venjari, og Claes Philip Kronberg. Mynd: ki.fo