Krogh: Vit hava størri breidd enn Kyndil

(Frá Rás2) Stórskjúttin hjá H71 vil hava eitt gullheiðursmerki við sær til Danmarkar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við stórskjúttan hjá H71, Peter Krogh, sum skeyt 11 mál, tá lið hansara vann 27-16 (14-10) á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn.

 

Peter Krogh heldur, at H71 hevur væl størri breidd enn Kyndil. Hann heldur Kyndil koyrdi nógv uppá teir somu spælararnar, og tí koyrdu teir seg fastar. Hann heldur eisini, at kyndilsmenn góvu upp alt ov tíðliga í dystinum.

 

Peter Krogh heldur, at H71 fekk eina slaka byrjan uppá dystin, men áðrenn steðgin fingu teir betri tamarhald á dystinum.

 

Petur Krogh slær fast, at hann vil ógvuliga gjarna hava eitt gullheiðursmerki við sær til Danmarkar nú hann gevst at spæla við H71, tá hetta kappingarárið er liðugt.