Krogh skal hava venjaraskeið

Mogens Krogh skal undirvísa í málverju

Næsta leygardag fer Fótbóltssambandið at skipa fyri einum málmansvenjaraskeiði, har fyrrverandi Brøndby-málverjin og nú málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, Mogens Krogh, fer at undirvísa.

 

Hesum boðar Fótbóltssambandið frá umvegis heimasíðu sína.

 

Málmansvenjaraskeiðið er ætlað málmonnum, venjarum og málmansvenjarum.

 

Undirvísingin frá Mogens Krogh verður frá klokkan 14 til 17 næsta leygardag.