Noreg, Slovenia og Póland í EM-bólki D í Berlin. Soleiðis háttaði EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seg.
11. januar: FØROYAR - Slovenia
13. januar: FØROYAR - Noreg
15. januar: FØROYAR - Póland
Um lutakastið sigur málverjin, Nicholas Satchwell: - Hatta var ikki júst dreymalutakastið, men tað verður spennandi at møta trimum sterkum liðum við einari stoltari hondbóltssøgu. Vit skulu fyrst og fremst standa fyri trimum góðum avrikum, har vit skulu fáa okkara egna spæl at eydnast. Um vit gera tað, so trúgvi eg, at vit kunnu arga hini liðini í bólkinum, serliga Póland, ið ikki er á sama støði sum áður, sigur Nicholas í stuttari viðmerking til in.fo.
Um lutakastið sigur Peter Krogh í stuttari viðmerking til in.fo: - Hetta er eitt spennandi lutakast við nøkrum fysiskt sterkum liðum. Eg havi sagt, at nú tá vit hava vunnið okkum til EM-endaspælið, so skulu vit koppa øllum og vísa, at vit kunnu fáa stig, sigur Peter.