Kroatiskur dómari skal døma sín fyrsta A-landsdyst á Tórsvølli

Igor Pajac hevur dømt fitt av ungdómslandsdystum og hevur verið fjórði dómari til A-landsdystir

36 ára gamli,  Igor Pajac úr Kroatia dømir Nations League dystin millum Føroyar og Litava á Tórsvølli í morgin klokkan 17

36 ára gamli, Igor Pajac úr Kroatia dømir Nations League dystin millum Føroyar og Litava á Tórsvølli í morgin klokkan 17

Tað er einaferð luturin hjá smærri fótbóltstjóðum, og hjá felagsliðum hjá smærri fótbóltstjóðum, at tað er ofta ikki teir mest royndu dómararnir sum døma dystirnar hjá teimum í Nations League. og dystirnar í teimum innleiðandi umførunum í Champions League og Europa League Conference League undankappingunum.

Høvuðsdómari til Nations League dystin á Tórsvølli í morgin klokkan 17 millum Føroyar og Litava verður 36 ára gamli, Igor Pajac úr Krotia.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Igor Pajac hevur dømt fitt av U17, U19 og U21-landsdystum, og hann hevur eisini verið fjórði dómari til nakrar A-landsdystir. Dysturin á Tórsvølli í morgin verður fyrsti A-landsdysturin har Igor Pajac er høvuðsdómari. 

Í mars í ár dømdi Igor Pajac tveir U19 EM-undankappingardystir, har hann gav rættiliga nógv gul kort. Í dystinum millum Írland og Ongland gav hann átta gul kort. Nakrar dagar seinni gav Igor Pajac níggju gul kort í dystinum millum Portugal og Írland.

Tá Føroyar í seinastu EM-undankappingini taptu 0-4 fyri Oslo á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 15. november í 2019 var Igor Pajac fjórði dómari. Annars hevur Igor Pajac ikki dømt nakað føroyskt landslið áður. 