Kroatiska løgreglan leitar eftir 10 U19 HM-leikarum hjá Burundi

Løgreglan í Kroatia hevur í átta dagar uttan úrslit leitað eftir 10 U19 HM-landsliðsleikarum hjá Burundi, ið spældi móti Føroyum í tí fyrsta innleiðandi dystinum

2. august vann føroyska U19-HM landsliðið stórsigur 53-21 (30-8) á Burundi í tí fyrsta innleiðandi dystinum í bólkaspælinum. 

 

Nú hava 10 av leikarunum Føroyar spældu ímóti 2. august verið horvnir í átta dagar.

 

Løgreglan í Kroatia hevur leitað eftir hesum 10 hondbóltsleikarunum hjá Burundi, men higartil uttan úrslit.

 

Allir 10 leikararnir eru føddir í 2006. Teir 10 leikararnir vóru seinast sæddir í einum miðdepli í fyri lesandi í býnum, Rijeka.

 

Rijeka er annars býurin har B36 í kvøld skal spæla seinna European Conference League undankappingardystin móti HNK Rijeka.

 

Eingin hevur frætt frá hesum leikarunum síðani teir vóru sæddir í hesum miðdeplinum í Rijeka. Farna mikudag umleið klokkan hálvgumfýra seinnapartin fóru teir frá hesum miðdeplinum í Rijeka, og teir eru ikki sæddir síðani.

 

Kroatiska hondbóltssambandið, ið skipaði fyri U19 HM-endaspælinum hevur sambært bretska blaðnum, The Guardian greitt frá, at teir 10 leikararnir vóru farnir avstað frá miðdeplinum í Rijeka uttan loyvið frá burundisku leiðarunum. 

 

Forsetin í burundiska hondbóltssambandinum, Dauphin Nikobamye sigur, at tey eru skelkaði, bæði sum hondbóltssamband og vegna foreldrini hjá teimum ungu leikarunum. Og hann heitir á øll sum kunnu um at hjálpa til at finna leikararnar aftur. 

 

The Guardian hevur frætt, at teir 10 burundisku leikararnir hava møguleika lagt eina ætlan til rættis um at rýma, har teir hava brúkt síni uppihaldsloyvi (visa) til at søkja um politiskt friðskjól í Evropa. Men tað er ikki váttað enn. 

 

##med2##