Ì dag er ein stórur hondbóltsdagur hjá Ivani Mrdalo. 19 ára gamli toppskjúttin hjá StÍF, spælir avgerandi dyst í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum klokkan 19.00, og so er hann eisini sera spentur upp á EM-finaluna ímillum Kroatia og Spania klokkan 15.30.
Sí eisini:
EM-finala klokkan 15.30 (sí stroyming og lítla undangrein)
Tveir avgerandi steypadystir í kvøld
Pápi Ivan er Zvonko, sum upprunaliga er úr Kroatia og mamman er Sára, sum er av Skála.
in.fo fekk orðið á Ivan Mrdalo áðrenn finaluna í dag.
- Fríggjadagin, tá ið eg sá Kroatia vinna móti Norra í semifinaluni, kannaði eg beinanvegin, um eg kláraði at bæði síggja finaluna hjá Kroatia og spæla móti Neistanum.
-Eg eri líka spentur til báðar dystirnar. Eg vóni at Kroatia vinnur EM og at vit vinna móti Neistanum, so at vit hava størri líkindi at spæla okkum víðari í steypakappingini, sigur Ivan.
-Tað hevur nógv at siga fyri meg, at Kroatia er í finaluni, tí eg havi fylgt við teimum frá fyrsta dysti, og nú er tað stuttligt at síggja, hvussu teirra harða arbeiði hevur givið stór avrik og góð úrslit, greiðir Ivan frá.
Í hesum døgum valdar hondbóltsfepur bæði á Skála og í Kroatia, og Ivan merkir áhugan.
- Kroatia er ein nokkso lítil tjóð uppá fýra milliónir fólk, men hvørja ferð Kroatia stríðir seg til eina finalu, merkja vit tað eisini her á Skála.
- Eg vænti, at huglagið í Kroatia beint nú er umleið tað sama, sum tá ið Kroatia spældi seg í HM-finaluna í fótbólti 2018. Meginparturin av fólkinum stuðlar sínum landi og tað sæst eisini serliga í sjónvarpinum, hvussu full høllin er av hvítum og reyðum klossum, greiðir Ivan frá.
Strikuleikarin av Skála heldur at Spania er favorittur í dag.
- Seinastu ferð Kroatia og Spania spældu, var Spania nógv betra liðið, men Kroatia stríddist til síðsta bríksl og tað eydnaðist at vinna eitt stig. Eg vænti, at tað verður umleið tað sama hesaferð. Spania verða favorittar, men Kroatia vil berjast til tað síðsta fyri sigurin.
-Tað sum fer at avgera dystin í dag, er hvat lið hevur mest orku eftir aftaná hesa longu kapping. Vónandi eru kroatar væl úthvíldir aftaná dystin móti Norra, sigur Ivan, sum eisini vónar at Kroatia hevur neyðuga hepnið.
-Liðskiparin hjá Kroatia, Domagoj Duvnjak, segði í einari samrøðu aftaná dystin móti Noregi, at í síðsta enda vóru teir hepnir, men teir hava eisini uppiborið at vera hepnir, soleiðis sum teir hava kempa, sigur Ivan Mrdalo áðrenn hann at enda leggur afturat, at tað verða harðir dystir hjá bæði Kroatia og StÍF í dag.










