Klokkan 13.30 fara landsliðini hjá Kroatia og Spania á vøllin í Beograd at dystast um triðja plássið og harvið bronsumerkini í EM-hondbóltskappingini. Kroatia tapti sína hálvfinalu fríggjadagin ímóti serbum og spaniumenn máttu lúta fyri dønum.
Ein av teimum sponsku spælarunum, Iker Romero, er sera vónsvikin av tapinum ímóti Danmark, og eftir hansara tykki eru Danmark og Serbia ikki tey røttu finaluliðini.
-Eftir mínari hugsan áttu Kroatia og Spania at verið í finaluni. Nú spæla vit bara um bronsuna, sigur Iker Romero. Hann sigur, at tapið ímóti dønum var ein vanlukka fyri seg og alt liðið. Liðið hevði spælt væl undir allari kappingini, og spælararnir høvdu sett sær fyri at spæla um gullið. Men eydnan var ikki við spanska liðnum í hálvfinaluni, sigur Iker Romero.
Kroatiski Ivano Balic er sjálvandi eisini vónsvikin av tapinum ímóti grannunum úr Serbia, men hann ásannar, at kroatar kláraðu ikki tað stóra trýstið frá serbum í seinna hálvleiki.