HM Bólkur F
Tað varð roknað sum ein sensatión av teimum stóru, tá Australia umvegis play-off dystir móti Uruguay megnaði at spæla seg til endaspælið. Heilt óvæntað mundi hetta tó neyvan koma hjá teimum, sum hava fylgt við í altjóoða fótbólti seinnu árini. Spakuliga men kortini støðugt hevur Australia nevnliga fostrað alt fleiri spælarar, sum hava gjørt um seg á europeiska kontinentinum. Og fyrst og fremst í Onglandi.
Nøvn sum Brett Emerton, Harry Kewell, Mark Viduka og Tim Cahill eru væl kendir stuðlar í fremstu ensku deildunum, og tí er lítið at ivast í, at Australia kann geva góða mótstøðu, um lagið er tað rætta.
Dystur um annað plássið
Millum serfrøðina er tó breið semja um, at Brasil fer avstað við oddasessinum í bólkinum. Spurningurin tykist fyrst og fremst at vera, hvør verður nummar tvey, og hetta líkist einum hørðum dysti.
Australia hevur ivaleyst sínar vónir, men Kroatia er tó landið, sum verður mett at hava bestu møguleikarnar í hesum spælinum. Hóast gylta ættarliðið við Suker, Prosinecki og øðrum ikki longur er partur av liðnum, so hevur Kroatia framvegis ein fínan fótbóltskultur, sum avgjørt ikki letur seg fornokta. Royndirnar, sum liðið hóast alt eisini hevur, eiga eisini avgjørt at koma teimum til góðar í endaspælinum.
Zico móti Brasilia
Og so er eisini Japan við í bólkinum. Fyri fýra árum síðani megnaði Japan at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, men partvíst komst hetta av, at teir sum toppseedað heimalið høvdu sínar fyrimunir í bólkasamansetingini.
Í nógvar mátar tykist hópurin eisini nakað fremmandur fyri vanliga fótbóltsáskoðaran, tó at einstakar stjørnur eisini eru við á liðnum. Størsta stjørnan er tó uttan iva venjarin hjá liðnum. Artur Antunes Coimbra ella Zico var í eitt áratíggju stóra fótbóltshetjan í Brasil. Hóast hann ongantíð gjørdist heimsmeistari, so eigur hann framvegis málmetið í stórfelagnum, Flamengo, umframt at hann eisini vann sínar nógvu vinir í Italia, tá hann í 1984 skifti til Fiorentina.
Hesa ferð verður tað so móti sínum egnu, at Zico skal royna seg, og tað kann sýnast sum ein sera møtumikil uppgáva. Ikki bara ímóti Brasil, men so sanniliga eisini, tí Japan móti Kroatia og Australia skal royna at liva upp til tað, sum liðið sýndi fyri fýra árum síðani.










