Mitt undir ES-toppfundinum í Bruxelles í gjár bleiv aslmannakunngjørt, at Kroatia verður tað 28. landið, sum fær limaskap í Evropasamveldinum.
-Loksins stíga vit inn um gáttina á okkara evropeiska heimi, segði kroatiski forsetin, Ivo Josipovic, sum var komin til Bruxelles saman við forsætisráðharranum, Jadranka Kosor, at skriva undir skjølini, sum staðfesta, at Kroatia verður ES-land frá 1. juli í 2013.
Tey seinastu 11 árini hevur Kroatia fyrireikað seg til limaskapin í ES, men umsóknin fekk ikki veruliga vælvild í Bruxelles fyrr enn í 2004, tá Kroatia útflýggjaði tveir kroatiskar generalar og seks bosniakroatar, sum vóru skuldsettir fyrii krígsbrotsverk undir borgarakrígnum á Balkan.