Kritikkurin av PISA er ov grunnur

Ráðgevi í Mentamálaráðnum heldur, kritikkurin av PISA kanningunum mangan hevur verið merktur av, at tey, sum finnast at, ikki hava sett seg inn í PISA kanningarnar

Claus Reistrup, sum er ráðgevi í Mentamálaráðnum, og sum arbeiðir við PISA, heldur, at kritikkurin, sum hevur verið ímóti PISA í Føroyum, mangan hevur verið merktur av, at tey, sum finnast at, ikki hava sett sett inn í, hvussu og hvat PISA er. Ja, enn ikki lisið tær leysgivnu uppgávurnar.


Tað sigur hann við Skúlablaðið.

- Kritikkurin, sum hevur verið, hevur verið ógvuliga grunnur, og hann byggir ikki á veruleikan. Hann er meiri páhald og er á ongan hátt kvalifiseraður. Mann kann ikki taka støði í páhaldum; støði eigur at verða tikið í vitan um tær vísindaligu kanningar, sum PISA byggir á. Við PISA fáa vit sett tøl á, og sum tikið verður til í OECD høpi: “Without data you are just another person with an opinion.”

 

- Umtalan av PISA eigur at verða vend frá at tosa um næmingarnar; heldur eigur mann viðgera, hvat tann førdi útbúgvingarpolitikkurin kastar av sær í vitanarøking, sigur Claus Reistrup.

Hann heldur, at PISA hevur í føroyskum høpi havt gagnliga ávirkan á nógv viðurskifti í fólkaskúlanum.

- Til dømis er byrjanarlesing vorðin raðfest hægri, og tað kunnu øll verða samd um er skilagott. Byrjanarlesing er tað mest grundleggjandi, sum er í fólkaskúlanum, og vit hava nú lærarar, sum hava tikið útbúgving innan hetta økið. Harumframt fekk innskúlingin eisini fleiri tímar, og tað er eisini ein avleiðing av PISA, sigur Claus Reistrup við Skúlablaðið.