Kritikk av ideologiskari ideologi-kritikk

Lat meg staðfesta beinanvegin: Tað var stak áhugavert at lesa dram­atisku greinarøðina hjá Hanu­si Kamban um “Kríggið móti bor­g­a­ra­num” í seinastu viku. Tað er altíð hug­a­ligt, tá fólk royna at síggja sam­felagsliga veruleikan í einum størri høpi, tí oftast fer kjakið fram á einum rættiliga smalsporaðum einkultmáls-støði.

Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur

Høvuðsboðskapurin í greinini er ein kritikk av marknaðar-ide­o­log­i­ini, og Hanus Kamban hevur sjálv­andi púra rætt, tá hann sigur, at vit í løtuni eru í einari sera ógv­us­lig­ari høgrasnaring – fyri ikki at siga hond­brems­uøsvingi. Hvussu hetta fer at spæla av, er ómetaliga trup­ult at meta um, men eg helli til at geva Høgna Hoydal rætt, tá hann í einari aðrari grein lýsir hetta sum eina roynd at fremja “sjokk-terapi” mót­vegis føroyska samfelagnum, eins og vit hava sæð tað í fleiri londum sein­astu áratíggjuni.
Tá tað er sagt, haldi eg, at ávísir part­ar av greinini hjá Hanusi Kamb­an eru heldur avgjørdir. Hervið ein (vónandi) konstruktiv kritikk av nøkr­um útvaldum meingum úr greinini.

Borgarin er ikki óvardur og máttleysur
Hanus Kamban skrivar um pol­i­tikk­in hjá sitandi samgongu: “Sagt við fáum orðum hevur hes­in poli­tikk­ur til enda­máls at avtaka allar tær sos­i­alu veitingar, vit í dag taka sum givn­ar, og at geva borgaran - óvardan og máttleysan - upp til ein blindan og eirindaleysan markn­að.”
Fyri tað fyrsta má eg mótmæla, at fólk eru máttleys mótvegis teim­um broytingum, ið fara fram. Menn­iskju eru før fyri at tillaga seg nógv ymisk umhvørvi og nógv ym­isk system. Fáa vit eitt meiri kapp­ing­ar­orienterað samfelag, vilja fólk við tíð­ini laga seg til nýggju treytirnar.
Harumframt kundi man vent arg­u­mentinum á høvdið, tí man kann eisini siga, at borgarin í stóran mun er óvardur og máttleysur mót­vegis valdsútinnanini hjá “tí al­menna”. Sjálvandi kann “tað al­menna” í ávísan mun sigast at vera “gott”, tí tað í einum demokratiskum sam­felagi má taka nøkulunda atlit til velj­ar­ar­nar. Men tá tað er sagt, so eru nógv, ið kenna seg kleimd av kollek­tiv­inum og kenna seg “óvard og mát­­tleys” móti tí áganginum, ið “tað almenna” fremur móti tí lívs­stíli, tey annars kundu hugsað sær at ført.
Ein grund til at summi velja høgr­avent, er júst tí at tey halda stat­in taka ov nógv frælsi frá teimum.
Hanus Kamban vísir eisini sjálv­ur á ein annan hátt, ið borgarin kann verja seg móti høgrarákinum: ”Men føringar fara ikki at búsetast í tjøldum, kon­teynarum ella lasa­farn­um kroysum. Til hetta eru tvær høv­uðs­­grundir. Í fyrsta lagi er tað í Før­oy­um ov kalt, vátt og harðbalið til, at borgarin fer at ganga undir hesar treytir. Men høvuðsorsøkin verður tann, at fólk heilt einfalt, so góð tey annars eru við sítt land, fara at noyðast at rýma til onnur Norð­ur­lond, sum fram­vegis fara at hava sam­f­eløg við sosialum skip­anum.”
Longu sum nú er er stórur mun­ur á vælferðarveitingunum, ið kunnu fáast í Føroyum og teim­um, ið alternativt kunnu fáast í Dan­mark. Heilt nógvir føroyingar velja at flyta av landinum fyri at fáa ein bita av vælferðarkøkuni, ið før­oyska samfelagið ikki megnar (ynskir?) at bjóða líka væl.
Tí er tað sjálvandi líkatil at hugsa, at vit eiga at styrkja væl­ferð­ar­sektorin,­ soleiðis at hann kem­ur at verða “kappingarførur” í mun til danska og norska væl­ferðarsektorin. Men tað eru trup­ul­leikar við hesum, serliga á fígg­inga­r­ø­k­i­num. Hvussu skulu vit fíggja hesa vælferðina? Hvør skal fíggja hana? Hava vit hug at gjalda so nógv í kollektiva pottin, sum tað krevst at halda høga væl­ferð­ar­støð­ið? Ella skulu vit royna at fáa ríkis­veit­ingina upp, soleiðis at danir í størri mun sleppa at rinda fyri okk­ara vælferð?
Um eingin av hesum bitum smakk­ar okkum væl, so eiga vit hin­vegin at spyrja um tað er rætt at royna at vera ein universellur væl­ferð­ar­statur á skandinaviskum støði. Fara Føroyar nakrantíð at klára tað (uttan blokk), serliga tá hugs­að verður um alsamt økjandi kapp­ingina frá umheiminum? Og fara Føroyar ikki tá bara at vera eitt vána­ligt kopi av ektaðu vøruni, ið er at finna m.a. í Danmark?
Út frá hesum kann man spyrja seg sjálvan, um vegurin fram ikki júst er at skapa eitt samfelag, ið er mun­andi øðrvísi enn tað danska, tað norska og tað svenska. Eitt sam­felag, har tað eru avgerandi aðr­i­r lívsmøguleikar enn í grann­a­lond­u­num.

Fer meðalstættin av hvørva?
Hanus Kamban sær fyri sær, at vit við núverandi høgrasnarandi pol­itikki fara at fáa eitt fullkomið tví­stættsamfelag, har heilt fá fólk koma at stýra einum hjálparsleysum hópi av ognarloysingum.
“Veruleikin er, at tann politikkur, sum Fólka­flokkurin (...) er farin at seta í verk, miðjar ímóti at útrudda bor­g­aran sum stætt.Tá ið hesin poli­tikkur er komin á mál, vera bara tvær stættir eftir, ein sera lítil, ovur­ríkur minniluti í erva, kanska 2-3 prosent av fólkinum, og í neðra ein risa­­stór undirstætt, uttan rætt­indir, utt­an vælferð, uttan trygd, mong teirra uttan atgongd til heilsurøkt ella útbúgving, ein kastu­leysur hóp­ur, blakaður fyri marknaðarins úlv­s­kjaft.”
Hanus Kamban sær fyri sær, at høgr­a­snaringin fer at verða so ógv­us­lig, at øll tann stóra meðalstættin fer at hvørva. Eg haldi at hetta er at fara dekan ov langt. Gaman í fara nøk­ur fólk, ið í dag kunnu liva eitt søm­iligt lív, at fáa so ring kor, at tey verða noydd at flyta av landinum. Men at halda, at meðalstættin uttan víðari fer at hvørva, er at fara ov vítt. Hetta ger seg heldur ikki galdandi í t.d. USA, ið er munandi meiri høgr­a­vent enn Føroyar. Vit fara sjálv­andi framhaldandi at hava eina með­al­stætt í Føroyum, eisini undir einum (hugs­aðum) konservativt-liberalum reg­imi. Tal­an verð­ur bara um eina øðr­vísi meðalstætt enn ta í stóran mun alment fíggjaðu stættina av m.a. lærar­um, pedagogum og starvs­fólk­­um, ið vit kenna í dag. Men tað veldst sjálvandi eisini um hvussu langt farið verður á høgrakós. Verð­ur tað eitt fýraára kvink til høgru, ella seta vit við hesi “sjokk-ter­a­piini” ferð á eina longrivarandi høgra­snaring av samfelagnum?
Men eg skal geva Hanusi Kamban rætt í, at um tað framhaldandi fer ein útholing fram av lønarlagnum í landinum, so fara fólk at missa hús og heim og noyðast at búgva til leigu og annars ikki eiga tað stóra. Nógv av hesum fara at rýma av landinum, og mín fatan er, at vit síðani møg­u­liga koma at fáa eina heilt nýggja undirstætt av útlendingum, ið hó­ast alt síggja perspektivir í ein­ari undirstættartilveru í einum rel­a­tivt ríkum landi sum Føroyum. Summi av hesum fara við tíðini at ar­beiða seg upp í miðalstættina og enn­tá upp á valdsins tindar, men vand­in er, at vit fáa eitt ovurmobilt sam­felag, har fólk koma og fara eftir tørvi og vinnumøguleikum.
Mín ótti er, at júst hetta kann fara at henda: at Føroyar fara frá at vera eitt stabilt “heildarsamfelag” til at ger­ast ein koloni-kendur útjaðari, ið mest er áhugaverdur vegna tey virði hann skapar – serliga av prim­ér­vinnuligum slagi.
Sum heild haldi eg, at greiningin hjá Hanusi Kamban hevur lyndi til at vera heldur national-fokuserað og har­við yvirsær tey globaliserandi rák­ini, ið seta Føroyum treytir – og um­vent skapa møguleikar fyri Før­oyum.

Tað almenna gevur, ja, men tað tekur eisini
Seinni í greinini kemur Hanus Kam­b­an inn á tað klassiska høgra/vinstra-kjakið um hvussu nógv “tað al­menna” skal fylla í samfelagnum: ”Onk­ur júkar uppí sam­an, at vit mugu spara, tí at ”tað almenna” kost­ar so nógv. Men tað almenna tryggj­ar okkum lív, heilsu, trivn­að, vitan og framtíð, og var tað ikki, áttu vit onki av hesum virðum.”
Hann skrivar í sama viðfangi tó rætt­iliga elegant og slagorðskent, at: Tað al­men­na er ikki ein fíggindi, tað almenna er vit sjálv.” Hetta er í áv­ísan mun rætt. ”Tað almenna” er eitt úttrykk fyri okkara kollektiva, demo­kratiska val. ”Tað almenna” er ein háttur hjá samfelagnum (ella komm­ununi) at arbeiða sum ein eind, og sjálvandi kann tað al­menna lyfta nógvar uppgávur, ið ein­stakl­ingarnir ikki kundu framt sjálvir. T.d. útbygging av einum almennum veg­a­kervi.
Men hetta er bara ein síða av søk­ini, tí fyri tað fyrsta ber til at handla kollektivt á aðrar hættir enn gjøgnum ”tað almenna”. Fyri tað næsta eru tað nógv fólk, ið síggja ”tað almenna” – ”statin” – sum ein fígginda. Tað er klárt, at ”tað almenna” ger nógv gott til gagns fyri tey flestu. Tað almenna er við til at útbreiða frælsi til nógv, ið ann­ars ikki høvdu fingið ágóðan av hesum frælsum: t.d. heilsu, triv­n­aði og vitan, ið Hanus Kamban rætt vísir á.
Men ”tað almenna” er eisini við til at taka frælsi frá fólki við at taka teirra individuellu pengar og koyra teir í stóru, kollektivu pottarnar, m. a. Landskassan, ALS-grunnin o.s.fr. Ikki øll fáa líka góðan ágóða av hesum kollektiva viljanum. Summi fáa ein nettoágóða av ”tí al­menna”, meðan onnur fáa eitt nett­o­tap. Hetta er m.a. við til at fáa fólk at taka undir við høgravendum paro­lum sum ”tað skal loysa seg at arbeiða” og at ”vit hokna undir heimsins tyngsta skattatrýsti”.
Seinni skrivar Hanus Kamban tó: ”Eitt sam­felag eigur bæði at krevja nakað av sínum borgarum og at geva teimum nakað. Krøv og veit­ingar hanga saman, og linka tey fyrru, tynn­ast tær seinnu burtur. ?
Hesum kann man júst snara á høvdið. Um nøkur føla, at tey skulu gjalda ómetaliga stóran part av síni inntøku til ein fel­ags­skap, ið bert gevur lítið aftur til gjaldandi einstaklingin, so má­ast solidariteturin mótvegis fel­ags­skapinum so líðandi burtur. Hvat tykist órættvíst er sjálvandi ymiskt frá persóni til persón, men mín fat­an er, at løgtingsvalið 2011 í stóran mun var ein populistisk protest móti tí upplivaða órættvísinum, ið “almennu Føroyar” hava staðið fyri í nógv ár.

Hvør skapar sjálvsøknið í samfelagnum?
Hanus Kamban vísir aðrastaðni í greina­røð­ini á, at Føroya liberalu politi­ka­rar hava fostrað sjálvsøknið, ið er vaksið fram seinastu árini.
“Men okkara (sokallaðu) liberalu poli­tikarar hava ligið á song og fostrað eina nýggja hetju. Hesin reystkappin er tann, sum altíð er fúsur at snýta sítt land, sum stingur í sekkin, um skattaprosentið fer eitt hálvt stig upp. Hann letur so onn­ur, ofta fólk sum eru verri fyri enn hann, rinda fyri vegir, sjúkra­hús, skúla, allar tær tæn­astur, sum tryggja hans­ara avvarðandi, sum eftir eru, einum pápa, eini ommu, einum brekaðum barni, eina sømiliga tilveru. Tað er hesum svík­um, okk­ara høgraliberalu poli­ti­k­­arar leiftra fyri - øllum teim­um, sum ikki gera sína skyldu móti landi og fólki.”
Eg vænti, at Hanus Kamban her serliga hugsar um, at sjó­mann­a­frá­drátt­urin hevur verið við til at skapa hetta sjálvsøknið. Sjó­mann­a­frá­drátt­urin kann hava verið við til at minka um solidaritetskensluna hjá før­oyingum, tí um sjómenninir ikki skulu sýna solidaritet, hví skulu tey á landi so gera tað? Hevur sjó­mann­a­frádrátturin skundað undir eitt skatt­a­politiskt diskurs-skifti?
Eg skal ikki avvísa, at hetta hev­ur gjørt seg galdandi, men neyð­ugt er eisini at síggja hetta í ei­n­um størri perspektivi. Partvíst er ind­i­vidualistiska rákið ikki av­mark­að til Føroyar, men hevur ment seg í einum størri nærum-glob­alum samanhangi (ið Hanus Kamban eisini vísir á), partvíst er individualistiska rákið eitt úrs­lit av sjálvari globaliseringini og tekn­o­lo­gi­menningini, ið gera tað møgu­ligt at velja nýggjar soci­alar samanhangir, hvarvið gomlu solidaritets-platformarnir missa sína styrki. Og partvíst er tað váðamikið at varðveita eitt dýrt, socialistiskt samfelag úti í Norð­ur­at­lants­havi, tá veruleikin er, at íbúgv­ar tess kunnu “atkvøða við bein­u­nunum” og flyta til onnur lond, har tey fáa betri sømdir í mun til teirra egnu lívsstílsynski (“exit” í stað­in fyri “voice”). Tílíkt ber til í lukk­að­um londum sum Cuba og Norð­ur­korea, men í einum opnum sam­felagi sum tí føroyska er hetta ein ideologisk illusión.
At enda skal sigast, at man eis­ini kann argumentera fyri, at vælferðarstaturin skapar ind­i­vid­ual­i­sering og harvið sjálvsøkni. Tað at man kann fáa vælferðarágóðar utt­an at geva nakað afturfyri, ger, at man í minni mun nýtist at laga sín atburð í mun til sítt sociala um­hvørvi. Hetta er sera paradoksalt, og ilt er at siga hvussu nógv hugsa soleiðis og handla hareftir. Í t.d. Dan­mark hevur man tó ávíst, at al­menn socialhjálp í nógvum førum virkar socialt niðurbrótandi. Sjálvt socialdemokratiski ar­beiðs­mál­a­ráð­harr­in Mette Frederiksen tykist hava skilt hetta.
Eisini velur Hanus Kamban at kalla sjálsøkin menniskju fyri svíkj­arar, men hetta gevur bara mein­ing út frá einum ávísum ideo­l­ogiskum sjónarhorni. Í libe­r­al­isti­skari ideologi er sjálvsøkni og stremban eftir vinningi ein av mot­orunum í kapitalistiska sam­fel­ags­bú­skap­inum. Ein liberalistur metir júst, at um øll eru sjálvsøkin, so gerast vit øll ríkari. So ja, sjálvandi vilja lib­e­r­a­l­istar mæla til sjálsøkni, tí tað er ein so avgerandi partur av teirra ideologi. Ein liberalistur vil júst meta, at man svíkir, um man ikki tekur sjálvsøkna á­byrgd, men krógvar seg aftanfyri koll­ek­tiv­inum.

Frá borgara til brúkara?
“Borgarin” er eitt hugtak, ið er nógv viðgjørt í samfelagsfrøðiligum litt­e­rat­uri, og Hanus Kamban metir, at borg­arin hevur givið upp at vera borgari:
“Fólkaflokkurin er farin undir at útrudda sína egnu stætt. Hvat, kunnu vit spyrja, er tann djúpara or­søkin til hetta paradoks? (…) ein kann siga, at borgarin í dag sjálv­boðin hevur vra­kað sín egna status og slept síni egnu tign. Hann umboðar ikki long­ur hvørki up­p­lýsing, moral, tjóðskap ella á­­trúna, og so als ikki tað slagið av dirvi, sum vit plaga at rópa courage civil.”
Eg hugsi tó, at hetta ikki bara er ein spurningur um, at borgarin miss­ir demokratiskan áhuga vegna “defaitismu”. Tað er eisini ein spurningur um, at borgarin í størri mun umbroytist til ein brúk­ara. Fokus skiftir sostatt frá neyva samanhanginum millum rætt­indi og skyldur (ret og pligt), ið tykist vera idealið hjá Hanus Kamban. Í staðin verður samfelagið marknaðargjørt og ágóðar tess verða ein spurningur um forbrúk. Eg haldi, at eitt tílíkt perspektiv hevði givið eina betri mynd av hví borgarin velur at niðurprioritera “pliktetisk” hugtøk sum upplýsing, moral, tjóðskap, átrúnað, umsorgan o.s.fr., meðan “nyttuetisk” og meiri individualistisk/konsumeristisk hug­tøk í staðin vinna frama.

At kritisera ideologi við ideologi
Sum sagt haldi eg, at greinarøðin hjá Hanusi Kamban var stak á­hug­a­verd og inspirerandi at lesa, men um­framt tey (vónandi) konstruktivu kri­tikk­punkt, ið eg havi skrivað í hesi greinini, vil eg koma við ein­um hjartasuffi. Tá man roynir at vísa á, at onnur eru ideologiskt blind­að, átti man at hildið seg til at av­mont­era argumentini hjá pol­itisku mótstøðufólkunum. Tá man mót­mæl­ir id­e­ologiskum blindni, er ikki snilt at avdúka egnar ideologiskar blind­vinklar. Tað haldi eg, at Hanus Kamb­an í fleiri førum ger seg sekan í, og tað er spell, tí greinarøðin kundi havt verið betri enn hon gjørdist.
Ideologi kann absolutt vera upp­lýsandi, men í hesum føri haldi eg tíverri, at Hanus Kamban sjálvur verður eitt sindur blindaður av ideologiini. Og tá missir kritikkin ta styrki, ið hon átti at havt, tí eg eri samdur í, at verandi ógvusliga høgr­a­snar­ing má kritiserast, tí tað sær í skriv­andi stund veruliga út sum at landsins leiðsla (við vilja?) yv­ir­tulk­ar tann viljan, ið fólkið úttrykti á løg­tings­valinum 2011.