Kritahvítur menniskjaligur ruðuleiki

Tíðindaskriv

 

Tungmálmur og tøkni í Gøtu um vikuskiftið. Leygarkøldið 13. oktober verður rimmar konsert í Losjuni í Gøtu. Sum yvirskrivtin kanska bendur á, verða tað bólkarnir Krit, Human Chaos, Happy? og Side Effect, ið stíga um fast á pallin í Gøtu. Nakrir av hesum eru millum harðastu og tyngstu rockbólkaunum vit hava í landinum. Allir hesir bólkarnir mugu eisini sigast at hava sín sermerkta stíl og allir hesir vóru við til Prix Føroyar-undankappingarnar fyrr í ár.

Krit eru allarhelst tyngsti og ógvusligasti bólkurin í landinum í løtuni, teir hava spælt og vant nógv og hava ment seg stórliga síðan Prixið, tá teir jú eisini fingu sera góð ummmæli.

Human Chaos við Gulla úr Klaksvík stendur tó ikki nógv aftanfyri tá ógvusligheit umræður. Gulli hevur higartil givið út tríggjar fløgur og onkur er eisini á veg, skilst.

Happy? eru ikki heilt nýggir í føroyskum rockhøpi, teir vóru m.a. við á TUTL útgávuni "Grót Føroyskt" fyri nøkrum árum síðani við lagnum "aldrin gloyma at droyma". Tað munnu vera fleiri sum, um ikki aldrin, so seint, munnu fara at gloyma teirra sera góðu framførslu á Prix-umfarinum í Miðvági í ár.

Side Effect hava gjørt vart við seg fleiri ferðir, eftir at teir, sum Føroya fyrsti techno/industrial-bólkur, frumframførdu í Prix-undankappingini á Strondum fyrr í ár. Teir hava síðani spælt m.a. á Margarinfabrikkini og til Free Føroyar konsertir. Eingin ivi um, at hesin bólkur hevur og kemur at hava (hjá)árin á føroyska tónleikaheimin.

Hetta er fyrstu ferð, at Human Chaos og Side Effect royna seg á palli hjá Grót, virknasta tónleikafelagnum í landinum, ið sum ikki einaferð skipar fyri.

Konserin verður Leygarkvøldið klokkan 20.30