Nú summarið er her, eru eisini fyrstu gestirnir frá Sea Shepherd komnir, umframt at fleiri eru á veg, tí tríkiljan Brigitte Bardot hevur loyst í Bremen og er á veg hendavegin. Harumframt koma tvey onnur skip eisini til Føroya: Bob Barker og Sam Simon, sum bæði hava smærri bátar umborð.
Átakið, tey í Sea Shepherd í summar kalla "Sleppið Grindini", skuldi byrjað í gjár, men er tveir dagar seinkað.
Nú hesir gestirnir koma aftur til Føroya í ár, hevur løgreglan eisini fyrireikað seg, og Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, greiddi Rás 2 frá, hvussu løgreglan hevur fyrireikað seg
Sjefpolitiinspektørurin, Niels Erik Nymark Jensen, vísir á, at nú nýggja grindalógin er sett í gildi, hevur politiið fingið møguleikan at steðga øllum tiltøkum, sum órógva grindadrápið, fyri at tryggja sær, at alt gongur friðarliga og rætt fyri seg.
- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at møguleikarnir í nýggju grindalógini verða brúktir, um tað verður neyðugt, sigur Niels Erik Nymark Jensen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektør.