Næstvald á lista Javnaðarfloksins er Helena Dam á Neystabø, men hon kundi ikki møta, og utan atkvøðugreiðslu samtykti Løgtingið so, at Kristoffur Gaardlykke kom á ting fyri Kristin Michelsen.
Tá Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri, fór í farloyvi 28. februar, kundu tey bæði næstvaldu ikki møta, og tí hevur Mikkjal Sørensen verið í Løgtinginum hesar báðar vikurnar fyri Kristin Michelsen.
Tvey onnur tingfólk fóru í farloyvi í dag. Annita á Fríðriksmørk kom á ting fyri Bjørt Samuelsen, og Pauli Petersen kom í Løgtingið fyri Hanus Samró. Bogi Andreasen er næstvaldur hjá Fólkaflokkinum, men hann fekk ikki møtt.










