Kristoffur siglir við livandi toski

Við býin Maniitsoq royna nógvir bátar við botngørnum. Toskurin verður koyrdur í flótandi ringar, áðrenn hann verður virkaður.

Fyrst í desember kom grønlendska skipið Maniitsoq á Miðvág. Har hevur skipið ligið, til tað nú fyrst í januar fór inn á Skála, har skipasmiðjan Mest skal gera ymisk viðlíkahald.

 

Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit at siga, at tað er Royal Greenland, ið eigur Maniitsoq, sum er skrásett í Tromsø. Skipið er ein gamal nótabátur, sum nú verður brúktur til flutning av livandi toski.

 

Við býin Maniitsoq í Vesturgrønlandi royna nógvir bátar eftir toski við botngørnum. Teir koyra so toskin í flótandi ringar, sum liggja í sjónum, har botngørnini standa.

 

Ringarnir, sum trolvirkið Vónin hevur gjørt, eru sergjørdir, og eru 6 x 6 metrar.

 

Facebook-síðan veit at siga, at fiskurin nú svimur í ringunum í einar 10 dagar. Tá er hann fastur í “kjøtinum” og er væl betri at arbeiða, enn um hann varð arbeiddur beinanvegin, tá hann varð veiddur.

 

- Tá hesir 10 dagarnir eru farnir, kemur Maniitsoq og pumpar toskin umborð og siglir hann inn til flakavirkið í býnum. Har verður fiskurin pumpaður upp í kør. Fólk á flakavirkinum taka nú fiskin úr kørunum so hvørt, sum hann verður arbeiddur.

 

- Í 2016 fluttu vit 5.200 tons av toski inn til flakavirkið frá 1. mai til november, og í ár vóna vit at flyta 7.000 tons. Fiskimenninir fáa nógvan tosk, og støddin er góður millumfiskur.

 

Tað sigur Kristoffur Gaardlykke, sum er manskimeistari við Maniitsoq, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Sjey mans eru við skipinum.