Kristoffur og KÍ gjørdu av við ÍF

Fyri aðru ferð í hesi vikuni var Kristoffur Jakobsen tvífaldur málskjútti, tá ið KÍ ognaði sær fulla úrtøku ímóti ÍF. Tað gongur sum eftir ánni hjá KÍ. Í kvøld hava væl upplagdu klaksvíkingarnir vunnið 2-0 heimasigur ímóti ÍF, sum síðsta lítla stóra korterið var undirmannað, tí vongverjin í vinstru, Jan Ó. Ellingsgaard, var vístur av vølli, eftir at hann hevði sæð gula kortið tvær ferðir.

Tá ið KÍ sunnudagin vann 4-1 í Gundadali ímóti HB, var Kristoffur Jakobsen tvífaldur málskjútti, og aftur í kvøld hevur Kristoffur Jakobsen skorað tvey mál.

Í fjør hevði Kristoffur sera ilt við at vinna sær pláss á liðnum hjá EB/Streymi, sum hann tá umboðaði. Nú er vent í holini. Kristoffur er væl upplagdur, og sjálvsálitið flytir seg rætta vegin fyri hvørja ferð hann skorar fleiri mál!

ÍF er fyri fimtu ferð á rað farið av vøllinum uttan at hava vunnið stig.

Í kvøld var tað steinur oman á byrði hjá ÍF, at teir longu í 1. hálvleiki noyddust at skifta málverja, tí Jákup Mikkelsen varð skaddur.

 

---

 

85 min.

2-0

Kristoffur Jakobsen hevur økt um leiðsluna, tá ið hann setti bóltin upp undir nettakið. Uppspælið var í høgru, og Henry Heinesen átti innleggið.

 

--

 

80 min.

1-0

KÍ hevur sett ÍF undir rættuligt trýst. Nenad Stankovic hevur eftir horna stútað á tvørtræið, og Haldgrímur Gregersen hevur havt tvær góðar bjargingar, eftir at Hjalgrím Elttør hevur roynt seg.

Nenad Saric hjá ÍF er komin á vøllin í staðin fyri Jan Ó. Ellingsgaard.

 

---

 

77 min.

1-0

Mótbrekkan verður uppaftur tyngri síðstu løtuna hjá fulgfirðingum, tí vongverji teirra í vinstru, Jan Ó. Ellingsgaard, er vístur av vølli, eftir at hann hevur sæð gula korið fyri aðru ferð.

 

---

 

1-0

Kristoffur Jakobsen hevur lagt heimaliðið á odda. Hann sneiddi framvið fleiri í høgru, áðrenn hann setti bóltin í málið aftanfyri Haldgrím Gregersen.

 

---

 

60 min.

0-0

Framvegis tómgongd skilt á tann hátt, at málmøguleikarnir eru fáir.

 

 

--

 

55 min.

0-0

ÍF hevur broytt upp á liðið. Dánjal á Lakjuni er farin av vøllinum, og Frank Poulsen er komin inn. Frank er komin inn á miðvøllin, og Bogi Løkin er fremstur á ÍF liðnum.

 

---

 

 

45 min.

Hálvleikur

0-0

Higartil hevur tað verið ógvuliga tamt. Tað mesta hevur gingið fyri seg ímillum brotsteigarnar báðar.

Ein einsamallur upplagdur møguleiki hevur verið, men Jákup Mikkelsen bjargaði væl, tá ið Ivan Joensen var leysur.

ÍF hevur havt fleiri hornaspørk, men tað hevur ikki borið upplagdar møguleikar við sær.

 

--

 

30 min.

0-0

Tað kemur illa við hjá ÍF, at Jákup Mikkelsen fyri løtu síðani var noyddur at fara av vøllinum orsaka av skaða. Í hansara stað er komin Haldgrímur Gregersen.

Fyri føroyskan fótbólt er tað stórur skelkur, at Jákup Mikkelsen er skaddur, nú hann er boðsendur at verja føroyska málið í teimum báðum landsdystunum, sum standa fyri framman.

 

--

 

25 min.

0-0

Tað gongur javnt á í Klaskvík, men talan hevur higartil ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

Tað sæst væl, at Jákup Mikkelsen er darvaður av skaða.

 

--

 

5. min.

0-0

Tað regnar í Klaksvík, men líkindini at spæla fótbólt eru góð.

 

KÍ-ÍF kl. 18.00

Dómari: Lars Múller

KÍ: Gunnar á Steig - Rudlof Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen - Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør - Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen, Henry Heinesen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Karl Løkin, Bogi Løkin, Alaksandar Jovevic - Fritleif í Lambanum, Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard