Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen vóru tvífaldir málskjúttar, tá ið KÍ í Gundadali vann 4-1 ímóti HB. Tað er ógvuliga gott lag á klaksvíkingum, sum í dag hava verið í Gundadali. Orsøkin er tann, at KÍ er á veg til hús við 4-1 sigri á meistaraliðnum HB!
Hetta er annar sunnudagurin á rað, at HB hevur lagt rygg til 4-1 tap á heimavøllinum.
Stóru menninir hjá klaksvíkingum vóru miðvallarin, liðformaðurin og stríðsmaðurin Hjalgrím Elttør og álopsspælarin Kristoffur Jakobsen, sum skoraðu tvey mál hvør.
Kristoffur skoraði fyrsta og triðja málið, og serliga hetta seinna var framúr: Hann sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann skoraði.
Tíðliga í 2. hálvleiki kom spenningur í aftur, tá ið Símun Samuelsen skoraði fyri HB, og støðan gjørdist 2-1. HB royndi í eina løtu at trýsta, men tað spurdist einki burturúr, og tá ið KÍ økti um leiðsluna, fór luftin púrasta úr meistarunum, meðan ungu klaksvíkingarnir vístu framúr hugburð og drivu á og vístu als onga ábending um, at teir ætla sær annað enn at vera partur av fremstu deildini.
HB-KÍ 1-4 (0-2)
0-1: Kristoffur Jakobsen 23.
0-2: Hjalgrím Elttør 37.
1-2: Símun Samuelsen 58.
1-3: Kristoffur Jakobsen 82.
1-4: Hjalgrím Elttør 90.
Dómari: Petur Reinert
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Rói Danielsen, Hendrik Rubeksen -
Kristin R. Mouritsen (Óli Arge, 82.), Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, - Andrew av Fløtum (Ólavur í Ólavsstovu, 64.), Jón Krosslá Poulsen (Pál Mohr Joensen, 72.), Símun Samuelsen
Gult kort: Pætur Jørgensen
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Sørmundur Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen - Álvur F. Christiansen (Ivan Joensen, 19.), Nenad Stankovic, Høgni MadHjalgrím Elttør, Henry Heinesen (Philip Djordjevic, 79.) - Kristoffur Jakobsen (Ísak Simonsen, 90.)
Gult kort: Álvur F. Christiansen, Hjalgrím Elttør
---
85 min.
1-4
Klaksvíkingar gera orduliga kál á HB í Gundadali. Eingin ivi er um, at øll stigini eru á veg úr Gundadali og til Klaksvíkar. Stóri maðurin hjá klaksvíkingum er liðformaðurin Hjalgrím Elttør, sum hevur økt um KÍ leiðsluna, so hon nú er 4-1!!
--
80 min.
1-3
HB trýstið linkaði, eftir at tað hevði verið stórt í fyrrapartinum av 2. hálvleiki.
Og so var tað, at KÍ økti um munin, so hann nú er 3-1. Talan var um fínt einmansavrik hjá Kristoffuri Jakobsen, sum í dag er einsamallur í fremstu røð hjá klaksvíkingum.
Kristoffur sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Fagnaðurin er stórur í vestara skýlinum, meðan lagið er minni gott í HB skýlinum!
--
60 min.
1-2
HB hevur minkað um munin. Málskjútti var Símun Samuelsen, sum úr spískum setti bóltin í málið. Eftir steðgin er Ólavur í Ólavsstovu komin á vøllin í staðin fyri Andrew av Fløtum.
Tað tykist sum um, at HB hevur hug at leita eftir í hvussu so er einum stigi, men enn er tað KÍ, sum er frammanfyri!
--
45 min.
Hálvleikur
0-2
Síðstu løtuna undan steðginum hevur ikki nógv veiggj verið í HB, sum tó hevur havt bóltin meiri enn klaksvíkingar.
KÍ hevur havt meiri brodd í álopinum. Teir bláu hava spælt seg til upplagdar málmøguleikar, og næst við at fáa mál vóru teir, tá ið Kristoffur Jakobsen, sum í dag er fremsti maður, sendi í stólpan aftanfyri Heðin Stenberg.
---
40 min.
0-2
KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør hevur skorað. Uppspælið var í høgru, og liðformaðurin var tryggur, tá ið bólturin kom inn fyri málið.
HB hevur havt góða roynd, tá ið miðvallarin Jón Krosslá Poulsen royndi seg við skoti útifrá. Bólturin brast í stólpan aftanfyri Gunnar á Steig. Í minuttinum aftaná økti KÍ um leiðsluna!
--
25 min.
0-1
Kristoffur Jakobsen hevur skorað. HB málverjin royndi at fáa bóltin, men dómarin metti ikki, at hann rættuliga hevði havt tak á honum, tá ið Kristoffur Jakobsen trýsti bóltin í HB málið.
Eftir at KÍ hevur lagt seg á odda, hevur HB havt bóltin meiri.
KÍ noyddist tíðliga at skifta út. Álvur F. Christiansen noyddist eftir nærdyst av vøllinum, og í hansara stað kom annar ungur maður - Ivan Joensen.
HB-KÍ kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Rói Danielsen, Hendrik Rubeksen -
Kristin R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, - Andrew av Fløtum, Jón Krosslá Poulsen, Símun Samuelsen
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen - Álvur F. Christiansen (Ivan Joensen, 20.), Nenad Stankovic, Høgni MadHjalgrím Elttør, Henry Heinesen - Kristoffur Jakobsen