Kristoffer Lund væntar eisini at størri vøllurin gagnar Häcken

Samrøðurnar við umboð fyri BK Häcken í svensku miðlunum leggja upp til, at stóri vøllurin hjá BK Häcken fer at fella KÍ

Mynd: Aftonbladet

Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna Champions League undankappingardystin móti BK Häcken í Göteborg. Støðan er 0-0 frá tí fyrra dystinum. 

 

Vinnarin av samlaðu uppgerðini møtir samlaða vinnaranum av uppgerðini millum Molde og HJK Helsinki í triðja undanumfarinum. 

 

Vøllurin við Djúpumýru er 64 metrar breiður og 100 metrar langur - Vøllurin hjá BK Häcken, Bravida leikvøllurin er 68 metrar breiður og 105 metrar langur.

 

Líkt er til, at nógv fokus er í svensku miðlunum upp á størra vøllin hjá Häcken, ið skal vera tað sum fellir KÍ.

 

Við Aftonbladet sigur danski vinstri bakkurin hjá Häcken, Kristoffer Lund: - Hetta merkir, at KÍ má arbeiða harðari fyri at verja. Tað fer eisini at vera torførari hjá teimum at standa líka væl í blokkinum, tá vøllurin er størri. 

 

Spurdur um hvat hesir eyka metrarnir merkja fyri hann, svarar Kristoffer Lund: - Tað gevur mær rúmd til at gera tað sum eg dugi væl, yvirlapp og renningar í bakrúmið. Tað verður meira rúmd hjá mínum liðfeløgum at spæla bóltin djúpt. Vit fara at hava meira tíð við bóltinum, sigur ein forvæntningsfullur Kristoffer Lund.  

 

Liðskiparin hjá Häcken, Samuel Gustafsson sigur við Aftonbladet, at 3-1 heimasigurin á Elfsborg í oddauppgerðini í bestu svensku deildini farna leygardag hevur lyft liðið, og einki annað kemur upp á tal enn, at Häcken vinnur seg víðari í kappingini. 

 

 

 

Mynd: Aftonbladet