Danmark: - Eg trúgvi neyvan at tað hava verið seldar fleiri kristnar bøkur enn júst nú, sigur marknaðarleiðarin í bókasøluni hjá danska Bíbliufelagnum. Ein av bestseljarunum í løtuni er ævisøgan hjá kendu gospelkvinnuni Etta Cameron, sum er seld í fleiri enn 20.000 eintøkum.
? Vit kunnu staðfesta ein vaksandi áhuga fyri bókum um trúgv, átrúnað og tilveru, sigur kreativi stjórin Jakob Kvist í forlagnum People?s Press.
Fleiri onnur forløg kunnu siga frá tí sama. Marknaðarleiðarin Søren Moesgaard í Bíbliufelagnum sigur, at tey hava selt omanfyri 10.000 eintøk av nýggju týðingini av Nýggja Testamenti.