Kristine Kreleberga

19 ár, Litava

Kristine hevur spælt sjónleik síðan hon var 12 ára gomul og var við til tann fyrsta NEATA festivalin, sum var í Litava í ár 2000.
 
Hví ert tú komin við til hetta tiltakið?
- Tí mær dámar væl sjónleik og eg vóni eisini at møta vinarligum fólki. Eg haldi tað vera spennandi at koma til eitt annað land, og at læra nakað av landinum og mentanini og kanska eisini málinum at kenna.
Hvat fært tú burturúr?
- Eg fái sera góða orku at spæla sjónleik, og vit hava tað stuttligt. Eg fái eisini samband við eitt annað land og vóni at fáa nýggjar vinir.
Sjónleikaliga vóni eg at kunna geva nakað til hini ígjøgnum okkara framførslu, og eg vóni eisini at fáa nakað aftur, tá eg síggi framførslurnar hjá hinum.