Kristindómur bannast í almenna rúminum

Støðan hjá kristindóminum er evni í beinleiðis kjaki á Rás2 í dag

Hopa kristin eftir hæli, og verður kristindómur bannaður úr almenna rúminum?

Tað er spurningurin, ið verður viðgjørdur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag.

 

Tað er Óli Breckmann sum skipar fyri og tey, sum fara at kjakast um evnið, eru Uni Næs, dómpróstur, Heini Reinert, heimspekingur og skrivari í felagnum Gudloysi, og Hjørdis Háberg Petersen, gudfrøðingur og lærari, og júst sett sum leiðari í Evangelihúsinum.

 


Óli Breckmann vísir á, at herfyri lósu vit um ein persón, sum er ein góður kristin uttan Kristus, men ber til at tosa um kristindóm uttan Kristus og uttan kross?
  
Hann spyr eisini um okkara ungdómur er vorðin fremmandur fyri teimum felags bíbilsku tilsipingunum, eitt nú, tí ”bábilska ruðuleikanum”, ”Egyptalands plágum”, ”Jóbs toli”, ”mjólk og hungangi”, ”gráti og tannagrísli”, ”Dávid og Goliat”, ”alt hevur tíð sína”, ”frá Heródisi til Pilatus”, ’”keisara, og Gudi” og 100-tals øðrum felags referansum?
 
- Kappingin millum eina almenna, eina stats- ella fólkakirkju, heimamissión og fríar samkomur er linkað nógv hesi farnu árini og vit hoyra um tómligar kirkjur og linligar kristnar fundir.

 

- Sita fólk ístaðin við hús og lurta eftir morgunlestri, guðstænastu ella møti sunnudag, ella er trúarneistin slóknaður í fyrr brennandi børmum?
 
- Hava vit verið við til at køva trúarglóðina við at taka munin burtur ímillum gerandis- og heilagt, tí nú bæði fiska vit og ganga til handils bæði gerandis- sum heilidagar.
 
- Og draga teir sosialu miðlarnir okkara tíð og tankavirksemi, serliga teirra ungu, frá at nema gagnliga vitan um verðslig og andalig evni yvir til fjant og fjas, har tann blindi leiðir tann blinda.

Ella hava vit vesturlendingar tað nú so gott, at vit hava ikki tørv á kristindómi og guðstrúgv, tí vit halda okkum longu liva í himmiríki, spyr Óli Breckmann.