Richard Danielsen.
Sum vit sóu í seinastu grein, stavar navnið kristin frá nýggjatestamentiligari tíð. Tað vóru tey, sum høvdu trú tí, sum ápostlarnir kunngjørdu um Jesus Kristus, sum vóru kallað so. Í nýggja testamenti síggja vit tríggjar flokkar umtalaðar. Hesir tríggjir flokkar vóru : Jødarnir, heidningarnir og so samkoma Guds. Hesin seinasti flokkurin eru tey, sum hava tikið í móti evangeliinum, og trúgva at Jesus er sonur Guds. Øll onnur nøvn, so sum kirkjufólk, hvítusunnufólk, katolikkar, adventistar, baptistar o.s.fr. eru menniskjans uppfinnilsir.
Tá ið vit lesa nýggja testamentið, finna vit sostatt hesar tríggjar flokkarnar umtalaðar. Vit lesa nógv um samkomuna í nýggja testamenti. Tey flestu brøvini hjá Paulusi eru skrivað til samkomur á ymiskum plássum. Í teimum lærir ápostulin m.a. um ta einu globalu samkomuna, sum er øll Guds børn, frelst gjøgnum trúnna á Harran Jesus Kristus.
Læran um samkomuna er ikki væl kend, fyrikemur mær. Hóast at læran um samkomuna hevur verið kend nú í Føroyum gjøgnum eini 120 ár ella meir, eri eg bangin fyri, at ein stórur partur, av teimum trúgvandi í Føroyum, ikki kenna hendan sannleikan, sum tey burdu gjørt.
Tað varð so skjótt, at hesin sannleikin kámaðist í samkomusøguni. Aftaná tær ræðuligu atsóknirnar á tey kristnu undir Nero og øðrum, kom ein meira friðarlig tíð fyri tey kristnu. Atsóknirnar hildu uppat. Men so komu aðrir trupuleikar, og so við og við avskeplaðist læran, sum ápostlarnir høvdu lært. Tað var farið út um tað, sum skrivað stendur, og menniskjans uppfinnilsir vóru blandað upp í tað, sum nýggja testamentið lærir. Kristindómurin varð lagdur undir statin. Tann rómverska kirkjan gjørdi krav upp á at vera samkoma Guds við øllum sínum ræðuligu skeivu lærdómum, um hvussu, ein kann fáa syndafyrigeving. Alla hesa tíðina livdi tó samkoma Guds, ið er øll tey, sum trúgva á Jesus Kristus.
Tá ið orðið um Kristus kom til norðanlond, var tað óklárt. Tað var sum sagt, so nógv blandað upp í tann einfalda evangeliska boðskapin, sum ápostlarnir høvdu kunngjørt. Boðskapurin var nú meiri hetta um at skifta átrúnað. Okkara forfedrar tóku við hesum nýggja boðskapi og góvust at blóta til avgudarnar Óðin og Tór. Teir høvdu lætt við at grípa til svørið, og teir, sum ikki vildu taka við hesu nýggja, vóru trýstir til tað við svørinum. So vit kunnu siga , at tað var rættuliga nógv forkvaklað. Eg eri ikki settur til dómara yvir teir, men teir høvdu ikki tað ljós yvir sannleikar Guds, sum ápostlarnir høvdu, og sum vit hava í dag. Byrjanin var sostatt skeiv, og hetta síggja vit aftur líka til dagin í dag.
Seinri kom so Luther við reformatiónini. Luther var greiður í evangeliinum, men ikki kom alt aftur á rætt eftir ápostlanna læru við honum. T.d. hevur læran um frelsu við barnadópi hildi fram inntil dagin í dag, og læran um kristin lond.
Tann evangeliski boðskapurin hevur verið framhildin í teimum føroysku kirkjunum gjøgnum tær seinastu øldirnar, men tíverri blandaður við tað, sum menniskju hava lagt afturat orði Guds, og hetta hevur fløkt boðskapin og gjørt, at ringt er hjá menniskjum at fata hann.
Framhald.










