Kristina við síni frálíku rødd

Hon er ung og dugnalig, og framtiðin liggur opin fyri henni.

 

Tað er Kristina Bærendsen.

 

Countrykvinnan úr Saltangará fer á pallin á Dungasandi í Sørvági í kvøld klokkan 20.

 

Kristina hevur eina frálíka rødd, og øll innan føroyska tónleikaheimin vita, at hon - um hon heldur fram á síni leið - hevur framtíðina fyri sær.

 

Hon er dóttir navnframa føroyska sangaran, Alex Bærendsen.

 

Kristina Bærendsen hevur framført saman við føroyskum og útlendskum sangarum, eitt nú Halli Joensen og Bobby Bare.

 

Í 2012 gav hon út sera væl móttiknu fløguna “Kristina“.

 

Eingin ivi er um, at Kristina Bærendsen er eitt av høvuðsnøvnunum á Sørvágs Country-og Blues Festivali í kvøld.