Kristina vann gull og setti nýtt persónligt met

Kristina í Skála vann sær í gjár gull í 200 rygg á Køge Open 2018, tá ið tey avgreiddu hesa kapping í svimjihøllini í Køge. Hetta er persónligt met hjá henni, har besta tíð til nú var 2:24.70 frá FM á stuttgeil í oktober mánaða, skrivar svimjing.com. Nýggja metið er 2:23.24.

 

Kristina í Skála kappast í bólkinum 13-14 ár, og hoyrir til Havnar Svimjifelag. Hon er úttikin til NJM í Oulu í Finnlandi í desember, vegna úrslit betri enn ásettu kravtíðir í 100 og 200 rygg.

 

Hetta vikuskiftið er Køge Open 2018 í svimjihallunum í Køge og Herfølge, og nógvir aðrir føroyskir svimjarar luttaka eisini. Tey tátta í eini 40 ungir svimjarar úr Ægir, Havnar Svimjifelag og svimjifelagnum Reysta, sum fara at kappast ímóti serliga dønum og svium hesar fimm stevnupartarnar til og við sunnukvøldið, skrivar svimjing.com.