Hóast Løgtingið er farið í summarfrí, so er tað einstakar nevndir, sum hava fund í hesi vikuni.
Beint nú fer landsstýrismálanevndin á fund at viðgera eina klagu frá Eivindi Jacobsen á Strondum um landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.
Klagan er send inn í sambandi við, at Eik banki slapp undan at gjalda skatt av 500 milljónum.
Kæran móti landsstýriskvinnuni snýr seg um, at landsstýriskvinnan ikki boðaði eftirlitsskipanini í fíggjargeiranum frá, at hetta er hent.
Landsstýrismálanevndin skal í dag taka avgerð um, um hon fer at kanna málið víðari.
Bárður Kass Nielsen, Nýtt Sjálvstýri, er formaður í nevndini. Hioir limirnir eru Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, og Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi.