Fríggjamorguin klokkan 10 fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja fram játtanarkarmarnar fyri 2018, og í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið boðið fjølmiðlum til tíðindafundar.
Karmarnir verða eisini lagdir fram á tingfundi fríggjadagin, sum er seinasta freist, tí teir skulu leggjast fram fyri 1. apríl.
Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.










