Kristina Háfoss tók í egnan barm

Men hon heldur framvegis, at tað hon gjørdi, var tað einasta rætta

Føroyskir sjómenn, sum sigla við norðurlendskum skipum, missa ikki samdøgursfrádráttin kortini.

 

Teir hava rætt til at draga 300 krónur av inntøkuni um dagin, áðrenn skatturin verður roknaður, og herfyri legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hann.

 

Tað er í stóran mun føroyskir fiskimenn í Noregi, sum fáa samdøgursfrádrátt og grundgevingin er, at teir skulu missa hann, fyri at javntseta føroyskar fiskimenn við norskum skipum, við aðrar føroyskar fiskimenn, sum ikki fáa hendan frádráttin.

 

Men uppskotið fekk harða mótstøðu, og heldur ikki fíggjarnevndin hjá Løgtinginum tók undir við tí.

 

Ein samd nevnd, og sostatt eisini tey í samgonguni, halda, at hetta eigur at bíða skattanevndini, sum Kristina Háfoss hevur boðað frá, at hon fer at seta, er komin til eina niðurstøðu. Fíggjarnevndin heldur, at spurningurin um samdøgursfrádrátt eigur at verða viðgjørdur í tí sambandi.

 

Og Kristina Háfoss ásannar, at tað er meiningsleyst at halda fast um uppskotið, tá ið fíggjarnevndin er samd um at afturvísa tí, og at mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Eg virði sjálvandi niðurstøðuna hjá fíggjarnevndini, sigur hon. Tí hevur hon nú tikið í egnan barm, tískil hevur hon nú eisini tikið uppskotið aftur.

 

Men hon er framvegis sannførd um, at tað er tað einasta rætta av avtaka samdøgursfrádráttin. Hon heldur, at føroyskir fiskimenn skulu hava somu umstøður, sama hvørjum teir sigla við.

 

- Føroyskir fiskimenn fáa botnfrádrátt upp á 65.000 krónur, umframt ein fiskimannafrádrátt, sum er 14 prosent av inntøkuni upp til 470.000 krónur.

 

- Ein fiskimaður, sum hevur eina inntøku upp á 470.000 krónur, fær sostatt 65.800 krónur í fiskimannafrádrátti, og tilsamans er botnfrádráttinum hjá fiskimonnum sostatt 130.800 krónur um árið.

 

Men harafturat fáa fiskimenn við norðurlendsum skipum eisini ein samdøgursfrádrátt upp á 300 krónur um dagin.

 

Hjá einum, sum er burtur ímillum 180 – 200 dagar um árið, er samdøgursfrádrátturin 50.000 – 60.000 skattafríar krónur, afturat hinum frádráttinum upp á 130.800 krónur um árið.

Men tað fáa fiskimenn við føroyskum skipum ikki og sostatt eru føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum, nógv verri fyri enn fiskimenn við norðurlendskum skipum, og tað er eisini kappingaravlgandi fyri føroysk reiðarí.

 

Tað er orsøkin til, at uppskotið varð lagt fram nú, og ikki lata tað bíða eftir skattanevndini, sigur Kristina Háfoss.