Í Fámjin hevur tað leingi verið siður at gera nakað heilt serligt burturúr flaggdegnum, 25. apríl.
Tað er kanska ikki so løgið, tí tað var studenturin úr Fámjin, Jens Oliver Lisberg, sum las løgfrøði, ið teknaði Merkið á sinni, og fyrsta føroyska flaggið hongur eisini í einum vælbjálvaðum, eldtryggum glasskápi, í kirkjuni í Fámjin.
Aftur í ár verður stórt hátíðarhald í Fámjin á flaggdegnum, mánadagin, 25, apríl, har Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fer at halda flaggrøðu klokkan 15, og har Tvøroyrar Hornorkestur fer at spæla.
Í mong ár hava fólk úr fleiri bygdum eisini tikið seg saman í felag, og eru farin til gongu til Fámjins hendan dagin og í ár verður skipað fyri gonguferðum til Fámjins, bæði úr Hvalba, úr Ørðavík, úr Hovi, úr Porkeri og úr Vági.
Og harafturat fer Hvistan at skipa fyri flaggdagsrenning úr Ørðavík til Fámjins, eins og somuleiðis fara tey, sum koyra motorsúkklu, at koyra í felag til Fámjins.
Aftaná røður og horntónleik, verður ein drekkamunnur at fáa í bygdarhúsinum, Vesturhøll, og eftir flaggdagshaldið er kirkjan eisini opin, har til ber at verd at síggja Merkið og at hoyra tónleik.
Og tá ið alt er liðugt, koyra bussar fólkið av aftur bygdini.
- Vit bjóða fólki úr úr øllum Føroyum til Fámjins at hátíðarhalda Merkið og tað liggur væl fyri hjá fólki norðaneftir, tí Smyril siglur av Havnini um morgunin og norður aftur tíðliga um kvøldið, siga fyreikararnir.