Tann fyrsta desember tekur Kristina Háfoss við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna. Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna eisini hevur virkað sum dagligur leiðari síðan 2015.
Kristina er 45 ára gomul, og hevur tvær hægri útbúgvingar sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur, og hevur harafturat útbúgving í leiðslu. Kristina býr í Havn, er gift við Ronnie, og saman hava tey fýra børn.
Kristina hevur røkt fleiri álitissessir og hevur starvast í føroyska vinnulívinum í nógv ár. Millum annað hevur hon verið búskaparfrøðingur í Landsbanka Føroya, hon hevur verið projektleiðari og íløguráðgevari hjá Føroya Banka, og sum deildarstjóri fyri menning, KT og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyum.
Tey flestu munnu tó kenna Kristinu best úr politikki, har hon hevur verið virkin seinastu 20 árini, bæði sum løgtings- og landsstýriskvinna.
Umvegis sínar drúgvu starvsroyndir á politiska pallinum hevur Kristina fingið gott innlit í lóggávu, stovnar, skipanir og viðurskifti á brekøkinum. Afturat hesum kennir hon flestu viðurskiftini væl frá privata sjónarhorninum, tí tann eini sonur hennara ber brek, sigur Javni í tíðindaskrivi í morgun.