Kristina Fríða var hepni vinnarin

- Vit høvdu ætlað okkum til Danmarkar at ferðast næsta summar, og tí kemur vinningurin sera væl við, sigur Kristina Fríða Rasmussen.

Tað var Kristina Fríða Rasmussen, búsitandi á Skála, sum gjørdist vinnari av stóra vinninginum í lesarakappingini í Jólaquissini, sum hevur verið í Vikublaðnum seinastu tíðina.

 

Hon hevur vunnið eina ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Danmarkar við Norrønu - og við uppihaldi í donskum frítíðardepli.

 

Kristina Fríða Rasmussen er útbúgvin søluatstøðingur og arbeiðir í Vollabúðini í Saltangará. Hon er ættað av Strondum, gift Jóna Rasmussen av Skála. Hjúnini búgva á Skála og eiga trý ára gamla sonin, Jónfinn.

 

Kristina Fríða Rasmussen sigur, at tey høvdu ætlanir um at fara til Danmarkar at ferðast næsta summar, og tí kemur vinningurin í Jólaquissini ógvuliga væl við.

 

- Jú, vit eru ógvuliga glað. Eftir at eg hevði fingið at vita, at vinningurin varð fallin mær í lut, ringdi eg til mannin hjá mær, sum eins og eg sjálv gjørdist ovfarin og ovurfegin.

 

Kristina Fríða Rasmussen sigur, at hon hevði slett ikki droymt um, at tey fóru at vinna hesa ferðina við uppihaldi í frítíðardepli. Hon hevur einaferð áður vunnið í Gekkinum. Tað var eitt gávukort.

 

- Í morgun, tá eg skavaði í jólakalendaranum hjá soninum, vann eg eisini ein vinning, sum hesaferð var ein rennifjøl á tveimum hjólum. So, eg eri kanska í einum góðum “stima” beint í løtuni, sigur hon brosandi.