Tað er vanliga torført, tá ið ein kanningarstjóri skal finnast til at gera arbeiðið fyri Løgtingið. Flestu føroysku asvokatar eru knýttir at tí almenna á ein ella annan hátt - ella hava tey verið uppií partapolitikki.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur tó í dag boðað frá, at tingið hevur sett Kristinu Samuelsen, advokat sum kanningarstjóra.
Hon skal eftirkanna um landsstýrismaðurin við fiskvinnunmálum hevur hildið seg til lógina um ábyrgd landsstýrismanna og um løgmaður hevur hildið sína eftirlitsskyldu.
Málið snýr seg um flyting av veiðuloyvum.