Kristina Háfoss úr Tjóðveldisflokkinum misti tingsess sín í løgtingsvalinum fyrradagin. Hetta tykist tó ikki at darva unga politikkaran, sum var sjónliga fegin um samlaða úrslitið fyri Tjóðveldisflokkin.
- Eg eri ómetaliga glað fyri góða úrslitið hjá flokkinum. Í mun til allar veljarakanningar var talan um stór framstig. Eg vil takka limum okkara og øðrum fyri tann stuðulin, sum flokkurin hevur fingið í valstríðnum, sigur Kristina Háfoss.
Ikki kløkk
Kristina Háfoss dugir ikki heilt at siga, hvat orsøkin kundi vera til, at hon ikki slapp inn aftur, men hon vísir á, at hon ikki hevur verið so sjónlig í fjølmiðlunum undir valstríðnum. Hinvegin kemur hetta heldur ikki óvæntað á hana.
- Tað kom ikki heilt óvæntað á meg. Eg visti, at tað fór at gerast trupult hjá mær at koma inn aftur. So eg var innstillað uppá hatta har, greiðir Kristina Háfoss frá.
Tíð til annað
Spurd um, hvat hon nú fer at takast við, sigur Kristina Háfoss, at hon hevur eina rúgvu av tingum at nýta tíðina til.
- Nú fái eg tíð til nógv onnur ting so sum arbeiði, familjuna og ítrótt. Eitt lítið barn er á veg, og eg eri júst liðug við mína útbúgving, so eg fari at finna mær okkurt starv, sigur Kristina Háfoss at enda, sum bæði er nýklaktur búskaparfrøðingur og løgfrøðingur.