Effodeildin: Spurdur um hann kennir seg, sum ein tennisspælara, sum hevur tríggjar dystarbóltar, er HB-miðvallarin, Kristin R. Mouritsen samdur, nú HB liggur átta stig frammanfyri ÍF, og bert níggju stig eru eftir at spæla um.
Arbeiðssetningurin ímóti 07 Vestur í dag var at drepa dystin tíðliga í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist til fulnar hjá HB, sum fekk fimm mál í seinna hálvleiki í 6-0 heimasigrinum á botnproppinum úr vestanøkinum.
Kristin R. Mouritsen sigur, at hann vónar, at fáa FM-gullið heim í tí komandi dystinum ímóti ÍF, áðrenn teir í tí næstseinasta dystinum skulu møta einum hart stríðandi TB-liði á heimavølli í tí næstseinasta umfarinum.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Kristin R. Mouritsen segði í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld.









