Kristin Michelsen vil í dag hava Tvøroyrar býráð at taka støðu til, um hann kann sita á tingið og sum borgarstjóri samstundis.
Tað hevur annars verið nakað at rokið um júst dupultmandatir, sum Kristin Michelsen nú biður um. Eitt dømi er frá síðsta valskeiði, tá ið Jógvan Skorheim mátti velja í millum borgarstjórasessin í Klaksvík og løgtingssessin fyri Nýggja Sjálvstýrið. Í hesum valskeiðnum verður tó øðrvísi hjá Jógvan Skorheim, tí hann hevur fingið loyvi til at røkja báðar sessir samstundis og tað sama hevur Pauli Petersen í Vestmanna.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, tók sjálv støðu til at lata løgtingssessin frá sær, meðan hon røkir borgarstjórasessin.
Nú skal býráðið á Tvøroyri so taka støðu til sessirnar hjá Kristini Michelsen.
Fundurin er klokkan 17.00 og in.fo verður á staðnum.










