Kristin Michelsen missir vald og løn

Um Kristin Michelsen fellir Ruth Vang í fíggjarnevndini í dag missir hann fleiri nevndarsessir og formanssessin í rættarnevndini – og fer niður í løn

Um Kristin Michelsen fellir Ruth Vang í fíggjarnevndini í dag missir hann fleiri nevndarsessir og formanssessin í rættarnevndini – og fer niður í løn

 

Fíggjarnevndarfundur verður í morgun klokkan 10. Tá fæst at vita, um Ruth Vang verður feld sum forkvinna í fíggjarnevndini, so sum andstøðuumboðini hava ætlanir um.

 

Tað var eftir at Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, at samgongan kom í minniluta í fíggjarnevndini, tí Kristin Michelsen var annað umboðið hjá Javnaðarflokkinum í nevndini.

 

Tá nevndirnar vórðu valdar upprunaliga á tingfundi 17. september í 2015 var Annika Olsen vald í fíggjarnevndina fyri samgonguna. Hon var tá limur í Frmasókn, og avtalan var, at hon skuldi vera forkvinna í fíggjarnevndini. Men tá hon tríggjar dagar seinni meldaði seg úr Framsókn og var uttanflokkatingkvinna, men leys av samgonguni, var nevndarvalið hjá Framsókn broytt soleiðis, at varakvinnan hjá Anniku Olsen í Framsólkn, Ruth Vang, kom í fíggjarnevndina fyri hana. Hon hevur síðani verið forkvinna.

 

Í fíggjarnevndini eru sjey limir. Fýra valdir fyri samgonguna: Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen, Pauli Trónd Petersen og Ruth Vang. Trý eru fyri andstøðuna: Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Bárður Nielsen, sum er næstformaður.

 

Løgmaður hevur boðað frá, at verður fíggjarnevndin umskipað soleiðis, at samgongan missir forkvinnuna, so verða allar løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum. Og tað fær týdning fyri Kristin Michelsen, sum er formaður í rættarnevndini – eisini fíggjarliga.

 

Formenn og forkvinnur í tingnevndum verða samsýnt við 2.500 krónum um mánaðin. Eru tey formenn ella forkvinnur í fleiri nevndum, fáa tey framvegis bara eina samsýning, 2.500 krónur. Skuldi Kristin Michelsen blivið formaður í fíggjarnevndini í dag, so fær hann sostatt ikki meira í løn.

 

Men verða tingnevndirnar valdar av nýggjum, so fer hann at missa fleiri nevndarsessir – og hann missir í øllum førum formanssessin í rættarnevndini eisini. Tað merkir, at hann fær minni ávirkan í Løgtinginum og 2.500 krónur minni í løn um mánaðin.

 

Tí er tað ikki so einfalt hjá Kristin Michelsen at koppa Ruth Vang úr forkvinnustólinum í fíggjarnevndini. Verður tað hinvegin ikki gjørt, og Ruth Vang heldur fram sum forkvinna í fíggjarnevndini, so verður einki broytt í tingnevndunum, sum ikki verða valdar av nýggjum, og Kristin Michelsen heldur fram sum formaður í rættarnevndini – við størri valdi og hægri løn.