Kristin Michelsen ikki tikið støðu

Tað verður ikki fyrrenn í síðstu løtu, at vit fáa at vita, hvat hann atkvøður í málinum um samkynd hjúnalag

Eg havi ikki tikið støðu til, hvat eg fari at atkvøða í málinum um at loyva samkyndum at giftast.

 

Tað sigur Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Tað undrar hann, at samgongan nú hevur tikið málið til sín - hóast tað ikki var eitt samgongumál.

 

Málið er vorðið eitt sindur følkt í dag, eftir at Heðin Mortensen, sum eisini er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hava fólkaatkvøðu um málið.

 

Men fyri stuttum róði hann framundir, at hann fer at taka tað uppskotið aftur, tí hann vil hvørki seta samgongu, ella málið, í vanda.

 

Hinvegin vóru tinglimir í andstøðuni skjótir at svara, at so kunnu teir leggja tað framaftur.

Og Kristin Michelsen sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til hvat hann fer at atkvøða, um hann fer at atkvøða fyri uppskotinum um fólkaatkvøðu, ella fyri uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast, ella ikki.

 

Heðin Mortensen hevur heitt á tingformannin um at fáa tingfundin niðurlagdan eina løtu, so at samgongan, og hann,  fáa høvi til at umráða seg, og tað hevur formaðurin eftirlíkað, men tað verður ikki fyrrenn orðaskiftið er liðugt.

 

Og Kristin Michelsen sigur, at hann fer at lurta á tí fundinum, og so tekur hann støðu.