Kristin kann gerast fíggjarnevndarformaður

Bill Justinussen er sinnaður at lata Kristin Michelsen formanssessin í Løgtingsins fíggjarnevnd.

Bill Justinussen er sinnaður at lata Kristin Michelsen formanssessin í Løgtingsins fíggjarnevnd.

 

Tað segði hann við útvarpið hjá Kringvaprinum á middegi.

 

Bill Justinussen ætlar sær á fyrsta fíggjarnevndarfundi at skjóta upp, at nevndin verður umskipað soleðis, at andstøðan fær formanssessin.

 

Orsøkin er, at samgongan er komin í minniluta í fíggjarnevndini, tí Kristin Michelsen, sum er limur í fíggjarnevndini, er koyrdur úr Javnaðarflokkinum og tí ikki er partur av samgonguni longur.

 

Bill Justinussen segði við Kringvarpið, at hann ikki hevur tosað við nakran um at gerast formaður, men um tað er tað, sum skal til – at Kristin Michelsen skal vera formaður – so er hann sinnaður at gera tað.

 

Enn er nýggjur fíggjarnevndarfundur ikki ásettur.