Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina fekk eitt skot fyri bógvin, tá ið Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, beint nú boðaði frá, at hann er ikki til reiðar at atkvøða í málinum.
Hann heldur, at stundin er komin at Føroya Løgting má taka eina averð, so at samkynd fáa sama møguleika, sum í grannalondum okkara, sum vit altíð vilja samanberast við.
Hann ivast ikki í, at málið er í tryggum hondum, tá ið landsstýrið fer at viðgera málið, saman við donskum myndugleikum, har tað skal tryggjast, at kirkjan ikki verður drigin upp í hetta málið.
Kristin Michelsen vísir á, at í málum sum hesum, er vanligt at tinglimir atkvøða eftir síni egnu sannføring.
Hann ivast ikki í, at øll kenna onkran samkyndan og hann hevur alla virðing fyri samkyndum, kirkjuni og samkomum. Hann sigur, at størstsa ivamálið hevur verið um arv, men er tað trupulleikin, ber til at orna tað.
- Eg vil ikki vera ímóti uppskotinum, men eg vil heldur ikki vera ein av teimum, sum atkvøður samkynd hjúnalag, ella signing, í kirkjuna. Eg haldi tað er best at fáa so dygga undirtøku fyri tí sum gjørligt, heldur hann.
Tí mælir hann til, at málið fer aftur í nevnd, fyri at fáa tað endaliga avgreitt, um kirkjan verður hildin uttanfyri, ella ikki.
Sum støðan er nú, er hann ikk ilatin til at atkvøða, sigur Kristin Michelsen.