Føroyahúsið í Keypmannahavn verður ikki bert nýtt sum matstova, framsýningarhøli, nærvarp, ráðgeving og veitslur. Ymiskt kristiligt virksemi fer fram javnan í hølunum á Vesterbrogade 17A. Til dømis hava danskar evangeliskar fríkirkjur leigað hølini til fundir og gudstænastur, ið verða hildnar við jøvnum millumbili.
Harumframt nýtir Kristnastova hølini av og á. Og komandi sunnudag kl. 19 verður kristiligur fundur í Føroyahúsinum, har Poul Johan Djurhuus fer at tala, og ung úr Kristnastovu luttaka við sangi og vitnisburði. Aftan á verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn. Øll eru vælkomin at vera við.