Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur skipað seg av nýggjum

Í gjár hevði Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag fund í Hvalvíkar Missiónshúsi, har nevndin varð skipað

Aðalfundur felagsins var Kristi Himmalsferðardag, 30. mai, í KFUM & K í Klaksvík, og nú hevur nevndin skipað seg við Rúna Johansen, Streymnes, sum formanni og Ólavi Jacobsen, Hósvík, sum næstformanni. Magnus Joensen, Skála, er skrivari.

Aðrir nevndarlimir eru: Sólrun Poulsen, Erla Berghamar, Preben Hansen, Petur Mohr, Joanna Hansen og Harald Petersen. Tróndur Niclasen er eykalimur. 

Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag varð stovnað í 1959 og er einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelag í landinum.

Endamálið er at styðjaútvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum og at mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt, sum sagt verður í endamálsorðingini.