Kórleiðarin, Hanus Joensen er til reiðar til fyrstu venjingina í KFUM, har kórlimirnir møta hvørt týskvøld frá kl. 19:30 og tveir tímar fram.
Hesa komandi tíðina og fram til jóla verður jóladámur yvir venjingarnar, tí bæði jólaløg og jólasangir skulu venjast fram móti stóru høgtíðini.
Talan verður um jólaløg uttan úr heimi, men eisini um løg og tekstir við føroyskum uppruna.