Kristiansand vann dystin um triðja plássið

Helgi H. Hoydal og Bjarni í Selvindi hava vunnið bronsu í norsku steypakappingini

Ígjár vóru Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand sera nær við at røkka norsku steypafinaluni.

 

Men tað bleiv talan um eitt tepurt 29-30 (15-12) tap fyri stóru favorittunum, Elverum.

 

Í dag hevur Kristiansand spælt dystin um triðja plássið í Final Four í Norsku steypakappingini.

 

Kristiansand tryggjaði sær bronsuna við einum 36-31 sigri á Haslum í Sør Amfi høllini í Grimstad.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Í seinna hálvleiki var Kristiansand greitt omaná.

 

Helgi skoraði trý mál, og Bjarni skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.